Landsrætturin viðger rúsevnismál

Landsrætturin viðger rúsevnismál
Talan er um 500 gramm av kokaini og fýra kilo av hassji
Trý fólk, sum vóru dømd í Føroya rætti fyri at smugla rúsevni, eru í Landsrættinum í dag. (Savnsmynd)
 
25.06.2026 - 08:51

Trý fólk, sum fingu nøkur ár í Føroya rætti fyri at bróta lógina um rúsevni, eru í Landsrættinum í dag.

Talan er um 500 gramm av kokaini og fýra kilo av hassji.

Tvey fólk, kvinna og maður, vóru dømd í oktober í fjør. Kvinnan fekk trý ár og maðurin fýra ár.

Kvinnan kom til Føroya við Norrønu 27. juli í fjør. Rúsevnini vóru í bili hennara. Maðurin kom við flogfari 31. juli.

Í desember í fjør var ein ungur maður dømdur í Føroya rætti fyri at skulu taka ímóti rúsevnunum í Føroyum.

Hann fekk fýra ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851