Bergholið til Dals letur upp 18. juli

Bergholið til Dals letur upp 18. juli
Arbeiðið hevur tikið sjey ár, og bergholið kostar góðar 170 milliónir kr.
Seinasta hond verður nú løgd á bergholið til Dals, sum eftir ætlan letur upp fyri ferðslu 18. juli.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.06.2026 - 18:00

Leygardagin 18. juli letur bergholið til Dals eftir ætlan upp fyri ferðslu. 

Treytin er tó, at trygdarvenjingin í bergholinum í næstu viku hjá avvarðandi myndugleikunum,  Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sløkkiliðnum, løgreglu og Landsverki, gongur sum ætlað, so bergholið verður trygdargóðkent.

 


Sigurð Ólason Vang. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Arbeiðið hevur tikið sjey ár, og bergholið kostar góðar 170 milliónir kr. 

- 2.000 tons av asfalti vóru í síðstu viku løgd á vegbreytina, og nú eru bara onkrir snøklar eftir at gera, sigur Sigurð Ólason Vang, deildarleiðari í Landsverki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29062026_Dalstunnil

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342