Eru sum heild væl fyri viðvíkjandi mattrygd

Eru sum heild væl fyri viðvíkjandi mattrygd
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Sámali Peturi í Grund, løgtingsmanni
Føroyar eru sum heild væl fyri viðvíkjandi matvørutrygd, sigur Jacob Vestergaard í svarinum til Sámal Petur í Grund.
 
30.06.2026 - 08:46

Brúk er ikki fyri vegleiðing um, hvussu føroyingar skulu bera seg at í støðum við avbyrging.

Vísast kann í hesum sambandi á, at tilbúgvingin mælir til, at fólk hava mat og drekka til trý samdøgur.

Tað er svarið frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, til Sámal Petur í Grund, løgtingsmann.

Hann spurdi, um ætlanin er at geva føroyingum vegleiðing um, hvussu teir kunnu fyrireika seg í støðum við avbyrging, serliga tá hugsað verður um mat.

 

Eru sum heild væl fyri

Føroyar eru sum heild væl fyri viðvíkjandi matvørutrygd, sigur Jacob Vestergaard.

Men eitt langt tíðarbil uttan innflutning kann gera, at grønmeti og frukt fara at mangla.

Tað hevði eisini ávirkað bøndurnar, sum sannlíkt høvdu verið noyddir at umskipa sín rakstur og slátra djór.

Tað er tó umráðandi at leggja dent á, sigur landsstýrismaðurin, at sjálvt um trot er á ávísum matvørum, so hevði trot ikki verið á mati, tí í eini kreppustøðu er sjógvurin okkara kovi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847