Nýggj kunngerð um landbúnaðarstuðul

Nýggj kunngerð um landbúnaðarstuðul
Stuðulin til mjólk er í mesta lagi 1,05 kr. fyri liturin, og fyri feskt seyðakjøt er stuðulin í mesta lagi 20 kr. kilo
Vinnumálaráðið hevur gjørt nýggja kunngerð um landbúnaðarstuðul.
 
03.07.2026 - 10:08

Í morgin kemur kunngerðin um landbúnaðarstuðul, sum Vinnumálaráðið hevur gjørt, í gildi. 

Stuðul kann latast einstaklingum, virkjum og feløgum.

Treytin er, at umsøkjarin er bókhaldsskyldugur, skrásettur at rinda meirvirðisgjald og hevur árligan umsetning oman fyri 50.000 kr. 

Sambært kunngerðini er til dømis stuðulin til mjólk í fyrsta flokki í mesta lagi eina krónu og fimm oyru fyri liturin.

Fyri seyðakjøt fæst í mesta lagi 20 kr. fyri kilo av feskum kjøti.

Annars verður stuðul latin til kálvar, neytakjøt, flogfenað, egg og avloysaraskipan hjá mjólkarbóndum

Stuðul verður eisini latin til grøði, so sum epli, røtur og kryddurtir.

Haraftrat koma hoyggj, føroysk ross, føroyskar gæs, føroyskar dunnur, seyðaskinn og ull.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576