Túsundtals iranar syrgja Khamenei

Túsundtals iranar syrgja Khamenei
Hósdagin enda tey nógvu minningarhaldini við jarðarferð í heimbýnum hjá Khamenei, Mashhad
Kistan við Khamenei er komin til heilaga býin Qom.
Mynd: Mohammad Asadi/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.07.2026 - 10:00

Kistan við iranska leiðaranum, Ali Khamenei, ayatollah, kom í gjárkvøldið til heilaga, iranska býin, Qom, skrivar AFP-tíðindastovan.

Gøturnar í høvuðsstaðnum, Teheran, vóru í gjár á tremur, tá fleiri túsund syrgjandi fólk tóku lut í jarðarferðargonguni.

Í dag skulu somu jarðarferðargongur vera í Qom, áðrenn kistan verður førd til heilagu býirnar, Najaf og Karbala, skrivar AFP.

Hósdagin enda tey nógvu minningarhaldini við jarðarferð í heimbýnum hjá Khamenei, Mashhad, sum er næststørsti býur í Iran.

Ali Khamenei varð dripin 28. februar, eftir at USA og Israel høvdu lopið á Teheran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523