Dalstunnilin góðkendur til almenna ferðslu

Dalstunnilin góðkendur til almenna ferðslu
Tunnilin letur upp leygardagin
Dalstunnilin er góðkendur til almenna ferðslu, og hann letur upp sum ætlað leygardagin.
Mynd: Landsverk  
 
13.07.2026 - 14:01

Nýggi Dalstunnilin er nú góðkendur til almenna ferðslu

Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í tunlinum, men áðrennhann kundi endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum roynast í einari venjing.

Venjingin var fríggjadagin 10. juli.

Umleið 40 fólk frá Politinum, Húsavíkar og Sands Sløkkiliði, Heilsuverkinum, Ambulansutænastuni og Landsverki vóru við í venjingini, sum royndi tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði samskiftisútgerðina í tunlinum.

Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina.

 


Frá venjingini í Dalstunlinum. (Mynd: Landsverk)

 

Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, hevur tikið saman um niðurstøðurnar, og hevur góðkent tilbúgvingina í Dalstunlinum.

Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini, og hevur í dag staðfest, at Dalstunnilin lýkur øll myndugleikakrøv, og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu sum ætlað leygardagin 18. juli.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur eisini brunagóðkent Dalstunniln til almenna ferðslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392