Kommunur eiga at samstarva um havnir

Kommunur eiga at samstarva um havnir
Havnarútbyggingar hava við sær stór inntriv í náttúruna. Kommunur áttu tí at samstarvað um havnir, halda Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, og Birita Wardum, býararkitektur
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, heldur, at kommunur eiga at samstarva um havnarvirksemi
 
14.07.2026 - 10:48

Í 2. parti í útvarpsrøðini ”Oyggjar undir trýsti” varð Birita Wardum spurd, um stóra grótbrotið á Glyvursnesi, har grót varð tikið til nýggja havnarlagið í Havn, var eitt heppið bragd. 

Hon svaraði, at grótbrot í sjálvum sær eru ikki heppin brøgd, tí tey gera stór hol í fjallasíðurnar. Spurningurin var kortini, hvussu Tórshavnar kommuna annars skuldi havt víðkað um havnarlagið, segði hon og legði aftrat: 

- Eg sakni, at ein landsplanlegging er í Føroyum fyri havnarvirksemi, og at samstarvað verður tvørtur um kommunumørk um, hvar útbyggingar skulu vera, so útbyggingar ikki verða gjørdar allastaðni, og lendið kann verða brúkt optimalt. 

Borgarstjórin fyri samstarvi 

Elsa Berg, borgarstjóri, tók í sendingini undir við býararkitektinum: 

- Eg trúgvi upp á kommunalt samstarv í sambandi við havnarvirksemi. Eg dugi væl at síggja, at tað kann vera trupult at koma fram til, hvussu samstarvið skal síggja út, men tey klára tað aðrastaðni, og vit eiga at flyta okkum tann vegin, segði Elsa Berg. 

So hvørt sum havnir verða útbygdar, hvørvur fjøra, og í staðin fyri friðsælan sjóvarmála fáar borgararnir ofta vinnuligt virksemi í grannalagnum, sum kann órógva við gangi, ljósi og osi. 

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, nevndi í 1. sending, at nú Føroyar eru so væl samanbundnar, eigur tungt vinnuvirksemi at verða savnað á fáum støðum, so gangur og dálking órógva borgarar sum minst. 

2. partur av ”Oyggjar undir trýsti” hoyrist her. 1. partur hoyrist her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083