Ester Kristiansen velur Sangir úr sínum lívi

Ester Kristiansen velur Sangir úr sínum lívi
Í 2001 sang Ester Kristiansen skjaldrið Tirpu Tirpu Teiga í sjónvarpssendingini Likkulikkuleia. Og í dag kl. 17:05 velur hon sangir úr sínum lívi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.07.2026 - 10:00

Síðani 2014 hevur Ester Kristiansen javnan latið úr hondum nýggjar sangir, teirra millum Enn hann eg kenni, Fívil og Aftur til mín, men hon hevur eisini roynt seg í øðrum høpi, eitt nú hevur hon verið við í Nósa Barna Prix’num og sangleikinum Audition, eins og hon hevur verið í uppskoti til at gerast Ársins nýggja navn í FMA høpi.

Í sendingini, ið verður send í útvarpinum hósdagin kl. 17:05, fer Ester at velja nakrar sangir, ið hava havt ein serligan týdning fyri hana, samstundis sum hon eisini fer at siga frá øðrum tættum í sínum lívi.

Sangirnir, ið Ester Kristiansen hevur valt, eru Barndommens gade við Anne Linnet, Grace Kelly við Mika, Starkare við Miss Li, Mama við Spice Girls, Solo við Simon Kvamm og Ålborg Symfoniorkestur, The Adults Are Talking við The Strokes, og Sólarskipanin við Ævintýraferðini.

Sangir úr mínum lívi, í útvarpinum í dag klokkan 17:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890