Nógv fólk í varðhaldi

Nógv fólk í varðhaldi
Ákæruvaldið hevur átta fólk í varðhaldi á ólavssøku
Mjørki í Mjørkadali.
 
27.07.2026 - 08:36

Ákæruvaldið hevur átta fólk í varðhaldi á ólavssøku.

Trý ung fólk, tveir menn og ein kvinna, eru skuldsett í størsta kokainmálinum í Føroyum.

Tey vóru tikin síðst í mai og skuldsett fyri at smugla í minsta lagi fimm kilo av kokaini til Føroya.

Sambært skuldsetingini seldu tey 4.437 gramm. Politiið tók 666 gramm.

Tríggir menn eru skuldsettir fyri kynslig brotsverk.

Og tveir menn eru í varðhaldi fyri serligan grovan og ráan harðskap, fyri at royna at seta eld á og fyri hóttan og rán.

Teir eru ákærdir.

Lógarbrotini, sum teir eru ákærdir fyri, eru so grov, at ákæruvaldið vil hava nevningating at viðgera tey og døma tey.

Ikki er ásett enn, nær nevningatingið verður.

Tey varðhaldsfongslaðu nokta seg sek í skuldsetingunum ella ákærunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860