Á rennihjóli í undirsjávartunli

Á rennihjóli í undirsjávartunli
Í nátt var ein maður tikin á elrennihjóli í Eysturoyartunlinum
 
30.07.2026 - 08:28

Í nátt var ein maður tikin á elrennihjóli í Eysturoyartunlinum.

Hann kom úr Streymoynni og var komin hálva leið inn í tunnilin, tá politiið tók hann.

Ikki er loyvt at brúka elrennihjól á almennum vegi í Føroyum.

Tann, sum tað ger, missir rennihjólið.

Tað gjørdi tann, sum var tikin í nátt, eisini.

Politiið koyrdi hann til hús, tí ikki er loyvt at ganga í Eysturoyartunlinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851