SF26: Rasmus Seebach sang fyri á Vágsbøi

SF26: Rasmus Seebach sang fyri á Vágsbøi
Til konsertina hjá Rasmus Seebach var fjøldin so heit, at kendi danski poppsangarin bleiv ovfarin.
Rasmus Seebach syngur saman við fjøldini á Vágsbøi
Mynd: Finnur Justinusen  
 
08.08.2026 - 00:13

Føroyingar halda nógv av felagssangi, og tað varð sjón fyri søgn tá Rasmus Seebach trein á pallin fríggjakvøldið klokkan 22. Hittmakarin er høvundur til nógvan danskan sangskatt, og ovfarin var hann, tá føroyska fjøldin, sum fylti Vágsbø sang við til næstan hvørt lag.


Myndir: Finnur Justinussen / leit.fo
 

Undir einum óklárum himli hetta turra og stilla fríggjakvøldið sungu fólk við til løg sum “Natteravn,” “Olivia” og “Millionær”. Eisini syngur Rasmus sangin, sum pápi hansara, Tommy Seebach, skrivaði, “Under Stjernerne på himlen.”


Myndir: Finnur Justinussen / leit.fo
 

Spenningur var stórur, tí á veg oman á Vágsbø sá man eina klokku á skíggjanum á stóra pallinum, og hon taldi niður til klokkan bleiv 22, og beint sum niðurteljingin varð liðug, kom lív í, og Seebach treiv í “Lidt i Fem.” Fjøldin var klár, og sungið varð við frá byrjan til enda. Tó hoyrdi man væl, at tá stóra orkestrið aftanfyri Seebach spældi eitt av hansara nýggjaru løgum, tá var føroyska fjøldin ikki líka stinn at syngja, sum til tey heilt kendu løgini.

 

Samanumtikið kann man staðfesta at Rasmus Seebach er eins fólkakærur millum føroyingar sum hjá dønum


Myndir: Finnur Justinussen / leit.fo
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891