Tríggir trolbátar royna á landleiðini

Tríggir trolbátar royna á landleiðini
Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur, og tí væntar Fiskamarknaðurin útróður
Skálafossur er ein av trolbátunum.
 
17.08.2026 - 08:28

Eitt línuskip er á Flemish Kap, eitt við Eysturgrønland og tvey á Íslandsrygginum, sigur Fiskamarknaðurin.

Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður gott fyri tað mesta. 

Tí verður útróður í vikuni. Onkur bátur fer á Føroya banka.

Tríggir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum, og ein er eystanfyri.

Um partrolarar verður sagt, at tvey pør eru á Íslandsrygginum, og eitt er eystanfyri.

Tríggir trolbátar eru á landleiðini, og ein er norðanfyri.

Nú eru dagarnir á landleiðini um at vera brúktir hjá onkrum trolbáti, sigur Fiskamarknaðurin.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og hava brúkiligt fiskarí.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576