Fólk uttan bústaðartilknýti umboða helvtina av fólkavøkstrinum

Fólk uttan bústaðartilknýti umboða helvtina av fólkavøkstrinum
Fólk, sum ikki hava bústaðartilknýti, hava annars bara verið ein fjórðingur av vøkstrinum
Føroyskt bústaðartilknýti hava tey, sum hava búð helvtina av lívinum, ella sjey av 10 samanhangandi árum, í Føroyum eina ferð í lívinum. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
19.08.2026 - 10:46

Fleiri fólk uttan bústaðartilknýti eru nú í fólkavøkstrinum í Føroyum.

Nú standa fólk við og uttan bústaðartilknýti fyri hvør sínari helvt í fólkavøkstrinum. 

Fólk, sum ikki hava bústaðartilknýti, hava annars bara verið ein fjórðingur.

Frá 2024 og fram til mars í ár stavaði størsti parturin av árliga fólkavøkstrinum frá fólki við bústaðartilknýti, skrivar Hagstovan.

Føroyskt bústaðartilknýti hava tey, sum hava búð helvtina av lívinum, ella sjey av 10 samanhangandi árum, í Føroyum eina ferð í lívinum.

1. juli vóru tey 93,6 prosent av fólkatalinum í Føroyum. Hetta prosenttalið hevur ongantíð verið minni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040