Ferðastuðul og kt-skipan til viðgerðar

Ferðastuðul og kt-skipan til viðgerðar
Fíggjarnevndin fer fyrrapartin at viðgera uppskotini hjá Sjálvstýri og Tjóðveldi um at hækka ferðastuðulin í ár
Fíggjarnevndin fer at viðgera 7,5 milliónir krónur í dag.
 
20.08.2026 - 06:47


Fíggjarnevndin fer fyrrapartin at viðgera uppskotini hjá Sjálvstýri og Tjóðveldi um at hækka ferðastuðulin í ár og uppskotið hjá landsstýrinum um at lata fleiri pengar til at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðarmálum og TAKS eru innkallað.

Sjálvstýri og Tjóðveldi vilja hækka ferðastuðulin, so hann gevur 1100 krónur meira í ár. 

Tað fer at kosta landskassanum fimm milliónir, siga flokkarnir.

Almanna- og Bústaðamálaráðið biður løgtingið um 2,5 mió. kr. aftrat til at menna kt-skipanina hjá barsilsskipanini.

Higartil eru játtaðar 11 milliónir.

Og 1. januar 2027, tá verklagslógin frá 2024 skal fara úr gildi, skal broytast til 1. januar 2028. 

Á tann hátt fer at bera til hjá TAKS at arbeiða víðari við at menna kt-skipanina uttan steðg.  

Tað er týdningarmikið, at arbeiðið heldur fram uttan steðg, tí annars kostar arbeiðið meira, sigur Almanna- og Bústaðamálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542