- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnurnar sleppa at kappast fyri seg

-Sjómannadagurin hevur týdning fyri Klaksvík og allar Føroyar, og tað er stuttligt at síggja at nógvir útlendingar, sum eru í landinum, eisini møta upp á sjómannadegnum og eisini njóta alt tað sum fæst at eta ókeypis, sigur Rannvá Isaksen, næstforkvinna í nevndini fyri Sjómannadagin í Klaksvík.
Hesi seinastu árini hevur Sjómannadagurin gjørt meira burtur úr tiltøkum fyri børnunum. Rannvá sigur, at tað er umráðandi at børnini kunnu fáa sínar egnu upplivingar samstundis sum tey vaksnu uppliva sítt.
- Í fjør var fyrsta árið at kapping var fyri kvinnur at halda dregg. Tað er ikki bara bara, tí tú skalt halda tað beint út frá tær. Tað verður spennandi at vita hvussu nógvar kvinnur møta upp til kappingina. Men eg veit at summar kvinnur hava vant hetta, sigur Rannvá.
Hon ásannar, at tað hevur ikki verið líka lætt at fáa kvinnur at møta.























