Hátíðarhald fyri Hav Leiti

Hátíðarhald fyri Hav Leiti
Í morgun klokkan 11 legði nýggja skipið hjá Navigare, Hav Leiti, at í Søldarfirði nú tað fyrstuferð er komið til Føroya
Højgaard brøðurnir, ið eru partaeigarar í Navigare. Frá vinstru, Jan, Bárður, Anfinn og Álvur Højgaard, sum er stjóri og reiðari í Navigare
Mynd: Herbjørg H. Jøkladal  
 
29.08.2026 - 14:12

Hav Leiti er fyrsta skipið av fýra, sum Navigare hevur bílagt úr Hollandi.

Skipini kosta hálva milliard krónur tilsamans.

Hátíðarhaldið byrjaði við at Hav Leiti sigldi tríggjar rundir á fjørðinum og heilsaði, áðrenn skipið legði at.

Síðani helt Álvur Højgaard, stjóri og reiðari í Navigare, røðu.

Eftir hann Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og síðani Árni Tór Rasmussen, nevndarformaður hjá Navigare.

NES Sóknar Hornorkestur spældi, tað varð fríðkað um við blómum, eitt stórt tjald var sett upp á økinum og fleiri fólk vóru í føroyskum klæðum.

 

Lurta eftir samrøðuni við Álv Højgaard, stjóra og reiðara á Navigare, sum var í tíðindunum klokkan 12.20

1829456

 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025