Tikin fyri harðskap

Tikin fyri harðskap
Maðurin er meldaður fyri at hava sligið ein annan mann í høvdið
Tikni maðurin verður avhoyrdur í dag.
 
31.08.2026 - 08:41

Ein maður er á politistøðini í Havn.

Hann var tikin seint í gjárkvøldið, eftir at vera meldaður fyri harðskap.

Hann skal hava sligið ein annan mann í høvdið.

Hetta var í Havn.

Tikni maðurin var ov drukkin til, at hann kundi avhoyrast í gjárkvøldið.

Hann verður tí avhoyrdur í dag, sigur politiið.

Maðurin, sum var sligin, var á skaðastovuni til kanningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952