Skúlastjórar mæla frá at leggja skúlar saman

Skúlastjórar mæla frá at leggja skúlar saman
Tað ber ikki til at samanbera skúlanýskipanir í øðrum londum við Føroyar, tí vit eru eitt serstakt oyggjasamfelag, sigur skúlastjórin í Porkeris skúla
Skúlin er hornasteinurin í bygdini, sigur stjórin í Sumbiar skúla.
Mynd: Sumbiar skúli  
 
02.09.2026 - 08:47

Fleiri skúlastjórar í smærri fólkaskúlum eru ósamdir við stjóranum í Undirvísingarstýrinum, sum mælir til at leggja smærri fólkaskúlar og flokkar saman. 

Skúlastjórarnir í Sumbiar skúla og í Porkeris skúla halda, at tað verður til størri skaða enn gagn í teimum smáu bygdunum.

- Fyri mær er tað, sum tey ikki vita, hvussu tað er í lítlum skúla. Vit vita øll, at skúlin er hornasteinurin í bygdini, sigur skúlastjórin í Sumbiar skúla, Amy Thomsen.

Skúlastjórin í Porkeris skúla, Cecilia Nolsøe Sørensen, vísir á, at tað fer at køva mentanarligu eyðkennini í smáu bygdunum.

- Eg haldi ikki, at tað ber til at samanbera skúlanýskipanir í øðrum londum við støðuna í Føroyum, tí vit eru eitt heilt serstakt lokalt smáoyggjasamfelag, sigur hon.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02092026_Skulastjorar

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115