Fleiri stuttligar søgur úr gomlu Havnini

Fleiri stuttligar søgur úr gomlu Havnini
Í øðrum parti við stuttligum søgum úr gomlu Havnini hevur Jørleif Kúrberg tikið vinmannin Rasmus "Klipp" Rasmussen við sær. Báðir eru í dag farnir foldum frá
Mynd: Jørleif Kúrberg, sáli, var søgufróður maður og dugdi óvanliga væl at bera søgurnar fram  
 
08.09.2026 - 10:14

Jørleif Kúrberg, sáli, elskaði sín heimstað, og hann visti einki betri enn at siga frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Serliga úti á Reyni, har hann hevði ættarbond og var ofta við bólkum - bæði útlendingum og føroyingum. 

Tórshavnar Kvøldskúli skipaði fyri nøkrum árum síðani fyri trimum søgukvøldum, har Jørleif segði frá søgum. Hesi tiltøk blivu tikin upp, og vit hoyra søgur hjá Jørleifi í trimum pørtum í Útvarpinum.

 

Vinmaðurin Rasmus Rasmussen

Í hesum parti hevur Jørleif vinmannin Rasmus Rasmussen, sála, sum vanliga varð nevndur Rasmus Klipp, við sær. Hann sigur eisini frá nøkrum søgum.

Í triðja parti, sum kemur næsta mánadag, hevur Kem Poulsen, sáli, eisini nakrar skemtisøgur.

Teir eru allir tríggir farnir foldum frá síðani hesar upptøkur vórðu gjørdar, men gott at vit eiga upptøkurnar.

Søgutiltakið hjá Kvøldskúlanum var í mars 2016, og í mars 2025 hevur Tórður Mikkelsen lagt tríggjar sendingar til rættis fyri Útvarpið.

 

Hvat: Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

1733892

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329