Formaðurin: Arbeiðsvikan verður stytt ein tíma um eitt ár

Formaðurin: Arbeiðsvikan verður stytt ein tíma um eitt ár
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hevur góðar vónir um, at arbeiðsvikan nú verður stytt
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, væntar, at arbeiðsvikan hjá limunum í Starvsfelagnum verður stytt um eitt ár.
 
10.09.2026 - 13:06

Um eitt ár verður arbeiðsvikan hjá limum í Starvsfelagnum stytt ein tíma.

Tað væntar Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

Í gjár kom fram, at Fíggjarmálaráðið hevur givið fakfeløgunum eitt tilboð um at stytta arbeiðsvikuna, um tey millum annað vilja samráðast um reglur fyri neyðtilbúgving og undantøk í sambandi við arbeiðssteðg.

Øll 12 feløgini, sum gjørdu ein felags lønarkarm við landsstýrið í fjør, hava fingið tilboðið.

Súni Selfoss vísir á, at Starvsfelagið hevur longu avtalu um neyðtilbúgving.

 

BLF hevur limafund

Búskapar- og løgfrøðingafelagið, BLF, hevur eisini fingið líknandi tilboð sum Starvsfelagið. 

Limirnir í BLF skulu nú taka støðu til uppleggið. Tað verður gjørt á limafundi í Havn 17. september. 

Umframt avtalu um neyðtilbúgving er talan eisini um, at lønarhækking ikki bara skal vera í prosentum, men eisini lutvíst í krónum.

Lønarkarmurin er fimm ár, og neyðugt er ikki at broyta hann, um arbeiðsvikan nú verður stytt ein tíma.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

10092026_Selfoss

 

Hvørki Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ella Jan Sjóstein, stjóri á lønardeildini, vilja úttala seg um málið. Teir vísa á, at samráðingarnar eru í trúnaði.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115