Føroyar varðveita ratingina hjá Moody's

Føroyar varðveita ratingina hjá Moody's
Ratingin er meting, sum sigur, hvussu væl fyri eitt land er ført fyri at afturrinda skuld
Skuldin er lutfalsliga lítil, og Føroyar hava góð rakstrarúrslit fyri løgur, sigur Moody's.
 
14.09.2026 - 12:56

Ratingfyritøkan Moody's gevur Føroyum somu rating sum áður; Aa2, við støðugum útlitum.

Tað skrivar Landsbankin.

Umboð fyri Moody's vóru í Føroyum í juni og høvdu fund við landsstýrið, andstøðuna og við Landsbankan.

Próvtalsstigin hjá Moody's hevur 21 stig, og Írland hevur somu rating sum Føroyar.

Ratingin er meting, sum sigur, hvussu væl fyri eitt land er ført fyri at afturrinda skuld.

 

Fíggjarligt sjálvræði

Nakrar grundgevingar verða givnar fyri metingini
 - at Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði,
 - at landið hevur stórt gjaldføri (eitt minsta-innlán upp á 4,2 millardir krónur,
 - at Føroyar hava góð rakstrarúrslit fyri løgur,
 - og at skuldin er lutfalsliga lítil.

Moody's nevnir, at fólkatalið veksur, at tørvur er á at gera íløgur, og at arbeitt verður við at gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar, men hann verður ikki nevndur sum nakað, ið ávirkar kredittmetingina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890