Onkur má avloysa Árna

Onkur má avloysa Árna
Árni Frederiksberg hevur takkað fyri seg á landsliðnum. Hann hevur verið kelda til fleiri av málunum á landsliðnum, men nú skal onkur annar taka yvir
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
14.09.2026 - 14:13

Tað var ein avgjørdur Árni Frederiksberg, sum fór av Friends Arena í Svøríki 18. novembur 2019. Føroyar taptu dystin 3-0, og Árni Frederiksberg fekk ein minutt á vøllinum. Fyri táverandi B36-spælaran var hetta seinasti dysturin á landsliðnum. Arbeiðið var farið at fylla nógv, og hugurin at spæla á landsliðnum var ikki har.

Leygardagin 22. mars 2025 var Árni Frederiksberg aftur á landsliðnum. Nú sum 32 ára gamal KÍ-spælari. Avrikini í landskappingini og í Evropa vóru so góð, at nýggju landsliðsvenjararnir Eyðun Klakstein og Atli Gregersen høvdu sent boð eftir Árna.

LES EISINI: Miðvøllur í nýggjari útgávu

Hann tók av og gjørdist beinanvegin ein lyklaspælari í føroyska álopsspælinum. Hann átti lut í fleiri av málunum, sum landsliðið fekk í  fjør. Eitt er, at hann hevur skorað trý mál, men eisini luturin sum uppleggjari hevur eyðkent láma sjey'aran hjá KÍ.

Í gjár boðaði Fótbóltssambandið í tíðindaskrivi frá, at Árni Frederiksberg aftur gevst á landsliðnum.

 - Eg havi leingi stríðst við tankan, um eg skuldi fara í holt við eina nýggja Nations League-kapping ella ikki. Ætlanin hevur allatíðina verið at taka eitt ár afturat, men seinasta tíðin í fótbóltinum hevur fingið meg at hugsa øðrvísi. Vit skulu vera foreldur aftur um hálvan oktobur. Samstundis havi eg smávegis skaðar at dragast við, og harumframt fyllir arbeiðið nógv. Tí haldi eg tíðin er komin at takka fyri meg á landsliðnum, sigur Árni Frederiksberg við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

 


Eyðun Klakstein kunngjørdi sín Nations League-hóp fyrra partin, men tað er Ólavur Mikkelsen og U21-landsliðið, sum fær gleði av Aroni Benjaminsen í fyrstu syftu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Meðan vit bíða eftir Aroni

Í dag var landsliðsúttøka í Trinstovuni í Fótbóltssambandinum. Ein av stóru spurningunum var, um 18 ára gamli Aron Benjaminsen mundi verða partur av manslandsliðnum ella U21-landsliðnum. Spenningurin varð punkteraður, tá U21-landsliðsvenjarin kunngjørdi nýggja Hearts-spælaran sum part av sínum liði.

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava eisini avbjóðingar á miðvøllinum. Hallur Hansson, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø, Brandur Hendriksson og Noah Mneney eru allir skaddir. Jóannes Bjartalíð er innkallaður sum sentralur miðvallari. Harumframt eru Jóan Símun Edmundsson og Meinhard E. Olsen eisini skaddir. Tveir mans, sum kunnu leggja afturat við málum og uppleggum. Hvørjar møguleikar hevur venjaratoymið so til hesar fýra dystirnar, sum skulu spælast upp á bert 11 dagar?

 

Allir mugu skjóta upp á mál

Tað fyrsta er, at onkur má spæla til høgru á miðvøllinum. Her eru bestu boðini Hanus Sørensen, Áki Samuelsen, Poul Kallsberg og Adrian Justinussen. Av hesum trívast Hanus, Áki og Adrian helst best til vinstru, meðan Poul Kallsberg ikki hevur vunnið sær álit á landsliðnum enn.

Hanus Sørensen er eitt gott boð upp á høgra miðvøllin, men hann hevur spælt sínar bestu dystir í vinstra síðu á miðvøllinum, har hann bæði skorar og kemur til kjansir. Áki Samuelsen vísti góðar taktir í vinstru, tá Føroyar vunnu á Lettlandi í Baltic Cup.

Adrian Justinussen er royndasti maðurin. Hann spælir í Superliguni í Danmark við AC Horsens. Har skorar hann eisini, men á landsliðnum er tað bara blivið til eitt mál higartil. Vit finna ikki okkara líka í Árna Frederiksberg, so nú mugu allir skjóta upp á mál.

 


Hanus Sørensen telist millum málfarligastu spælararnar í landsliðnum, og miðvallarin kann fáa uppaftur størri týdning, nú Árni Frederiksberg er givin. (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

 

Deyðbóltarnir uppaftur størri týdning

Miðverjan má framvið í deyðbóltum. Vongbakkarnir mugu verða málsøknir í sínum spæli. Bæði sum uppleggjarar, men eisini við renningum. Á miðjuni eru spælarar, sum kunnu skjóta. Géza Dávid Turi prógvaði tað um vikuskiftið. Jóannes Bjartalíð hevur trý landsliðsmál – kunnu vit fáa fleiri?

Á vengrunum má Hanus Sørensen halda fram við málsøkna spælinum, meðan Áki Samuelsen, Adrian Justinussen og Poul Kallsberg ikki kunnu liggja sjóvarfallið av sær. Í álopinum skal Petur Knudsen bera merkið og trýstið av at vera fremsti maður. Til seinast er Páll A. Klettskarð vælkomin at fáa hol á landsliðsmálskjótingina. Tað trongir harðliga til.

Tað verður ikki ein spælari, sum skal loysa Árna Frederiksberg av - heldur ikki Aron Benjaminsen, tá hann verður tikin út. Tað má vera eitt lið, sum skal finna málini í sínum spæli. Tað krevur, at allir skjóta upp á mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145