- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nations League-hópurin: Miðvøllur í nýggjari útgávu

Tað verður ein miðvøllur í nýggjari útgávu, sum stillar upp fyri fótbóltslandsliðið við monnum, sum í næstum skal undir nýggju Nations League-kappingina.
Mattias Hellisdal úr Västerås SK er við fyri fyrstu ferð, og Emil Weihe Joensen úr NSÍ hevur fingið A-landsliðsboð fyri aðru ferð. Harumframt er Áki Samuelsen tikin út aftur hesa ferð.
Gamla gardan - Hallur Hansson, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Noah Mneney og Jákup Biskupstø - eru allir heil- ella hálvskaddir og tí ikki tøkir hjá landsliðsvenjarunum Eyðuni Klakstein.
Árni takkar fyri seg - Aron Benjaminsen á U21-liðnum
Fótbóltssambandið boðaði í gjár frá, at Árni Frederiksberg hevur valt at takka fyri seg á landsliðnum.
- Vit skulu vera foreldur aftur um hálvan oktober. Samstundis havi eg smávegis skaðar at dragast við, og harumframt fyllir arbeiðið nógv. Tí haldi eg tíðin er komin at takka fyri meg á landsliðnum, segði KÍ-vongurin, sum hevði eitt frálíkt ár í søguliga góðum landsliðsári í fjør.
Avloysarin kundi verið Aron Benjaminsen, sum fyri kortum varð seldur úr Víkingi til Hearts, men bert 18 ára gamli vongurin er í staðin tikin út til U21-landsliðið, sum hevur tríggjar dystir í næstum.
Sambært landsliðsvenjaranum bankar Aron Benjaminsen upp á A-landsliðshurðina, og Eyðun Klakstein segði eisini, at broytingar kanska verða gjørdar, og at ein 24. spælari møguliga verður tikin út.
Fýra dystir upp á stutta tíð
Nations League-kappingin er skipað øðrvísi hesa ferð. Í staðin fyri at spæla tveir dystir í fyrsta landsliðssteðginum, skulu fýra dystir avgreiðast upp á tvær vikur mánaðarskiftið september/oktober.
Lagt verður fyri 26. september á Tórsvølli ímóti Kasakstan, áðrenn leiðin gongur til Moldova, har dystur er 29. september. 2. oktober vitjar Slovakia í Havn, áðrenn Føroyar skulu til Kasakstan til fjórða dystin.
Landsliðshópurin
Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge
Ari í Haraldstovu Petersen, ÍBV (ÍSL)
Verjuspælarar
Gunnar Vatnhamar, Vejle BK (DK)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (ITA)
Odmar Færø, KÍ
Samuel Chukwudi, SV Ried (EYS)
Heini Vatnsdal, B36
Viljormur Davidsen, NSÍ
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (SVØ)
Ási Dam, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Benjaminsen, NSÍ
Miðvallarar
Géza Dávid Turi, Grimsby Town (ENG)
Poul Kallsberg, Hillerød (DK)
Emil Weihe Joensen, NSÍ
Mattias Hellisdal, Västerås SK (SVØ)
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (KAS)
Hanus Sørensen, NK Aluminij Kidricevo (SLO)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (SVØ)
Framherjar
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, AC Horsens
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ


























