Heilsuhjálparafelagið hevur gjørt semingsuppskot

Heilsuhjálparafelagið hevur gjørt semingsuppskot
Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum, Mary Antonsdóttir, sigur, at hon hevur handað KAF eitt uppskot til semju, sum tey nú rokna upp á. Sáttmálin gekk út 1. oktobur 2025.
 
19.09.2026 - 12:46

- Tað hevur verið samband við formannin í KAF, Per Martin Gregersen, í eina tíð nú. Vit hava møtst til eitt óformligt kaffiprát fyri at fáa dialogin upp á turt aftur, um mann kann siga tað so. Og sum eina seinastu roynd, so handði eg eitt uppskot frá nevndini til semju. Og tað bíði eg so eftir, at frætta nærri um. Eg veit so mikið, at KAF situr og roknar upp á uppskotið, og so fáa vit at vita.

Tað sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya. Felagið hevur ongan lønarsáttmála í løtuni. Tað er annars Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum er hin sáttmálaparturin.

Onnur viðurskifti ávirka
Kortini eru onnur viðurskifti og aðrir partar, sum ávirka samráðingarnar millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Í februar gjørdu 12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm, sum m.a. avmarkar, hvussu høgur lønarkarmurin hjá øðrum fakfeløgum kann vera.

Hvørki Heilsuhjálparafelagið ella Kommunala arbeiðsgevarafelagið eru við í teirri avtaluni. Men ein sáttmáli millum tey bæði skal góðkennast av Fíggjarmálaráðnum. 

- Vit eru jú eitt sindur tikin av ræði av einari semju, sum onnur hava gjørt við Fíggjarmálaráðið. Tá tað er sagt, so samráðast vit við KAF, og sjálvt um Fíggjarmálaráðið sambært Kommunustýrislógini skal góðkenna okkara semju, so eiga vit ikki at vera bundin av hasi avtaluni. Soleiðis hevur tað sæð út til dagin í dag. Men eg havi størri og betri væntanir aftan á samskiftið við Per Martin hesa seinastu tíðina. So lat okkum fáa at síggja.

1833388

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890