Gráa gullið: Tey eldru hava nógv at geva

Gráa gullið: Tey eldru hava nógv at geva
Samfelagið kann fáa nógv burturúr teimum eldru, um arbeiðsmarknaðurin verður smidligari, halda Hans Jacob Hermansen og Annemi L. Joensen.
 
22.09.2026 - 10:39

Vit liva longur, og alsamt fleiri hava nógv góð og virkin ár eftir, tá arbeiðslívið er av. Men hvussu kunnu vit sum samfelag fáa størri gagn av royndunum og førleikunum hjá teimum eldru?

Hetta tosaðu Hans Jacob Hermansen, fyrrverandi lærari, og Annemi L. Joensen, forkvinna í Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu, um í Morgunsendingini.

Tey bæði halda, at tað hevur týdning at taka burtur forðingar, sum gera tað minni lokkandi hjá eldri at halda fram á arbeiðsmarknaðinum. Millum annað varð mótrokning í pensjónini nevnd. Samstundis eiga arbeiðspláss í størri mun at hugsa um, hvussu vitan og royndir hjá eldri kunnu koma yngri starvsfólkum til góðar.

Men eitt gott pensjónslív snýr seg ikki bara um arbeiði. Sjálvboðið arbeiði, felagslív og tað at hava okkurt at fara upp til kann eisini geva innihald og kensluna av framvegis at hava týdning.

Og so er frælsið eisini ein týðandi partur av at gerast pensjónistur: Eftir eitt langt arbeiðslív eigur tú sjálvur tíðina og kanst velja, hvat tú vilt brúka hana til.

Hoyr alla samrøðuna við Hans Jacob Hermansen og Annemi L. Joensen.

a_2211-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210