Kann draga út at skriva undir avtaluna

Kann draga út at skriva undir avtaluna
Ætlanin er, at amerikanski forsetin skal halda røðu fyri ST-aðalfundinum fyrst, men hann er ikki farin á røðarapallin enn
Avtalan verður undirskrivað í United Nations Correspondents Association Room á ST-høvuðsborgini í New York.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
22.09.2026 - 15:05

Tað kann draga út at skriva undir avtaluna millum USA, Danmark og Grønland.

Eftir ætlan skal skrivast undir avtaluna í einum høli í ST-bygninginum í New York klokkan hálvgum fýra.

Men fyrst skal Donald Trump, forseti, halda røðu fyri ST-aðalfundinum, og hann er ikki farin á røðarapallin enn.

Avtalan verður undirskrivað í United Nations Correspondents Association Room á ST-høvuðsborgini.

 


Mute B. Egede, landsstýrismaður í uttanríkismálum, Mette Frederiksen, forsætisráðharri og Jens-Erik Nielsen, landsstýrisformaður, uttan fyri ST-høvuðsborgina. (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, situr í miðjuni, Donald Trump, forseti, høgrumegin og Jens-Frederik Nielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin, situr vinstrumegin, tá avtalan verður undirskrivað. 

Danski forsætsráðharrin skrivar á Facebook, at hetta er ein týdningarmikil dagur hjá Grønlandi og Danmark.

- Vit fylgjast, sum vit hava gjørt alla tíðina, skrivar hon. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025