Vitan: Veðurlagsbroytingar fyri 200 mió árum síðani

Vitan: Veðurlagsbroytingar fyri 200 mió árum síðani
Nú avdúka gomul jarðarløg, hvussu risaeldgos broyttu veðurlagið og kvaldu havið
Heiðrikur vísir á, at hóast støðan fyri 200 milliónum árum síðani ikki er ein fullkomin spegilsmynd av tí, sum hendi í dag, so eru tær grundleggjandi náttúrulógirnar tær somu.
 
22.09.2026 - 17:40

Tá ið jørðin misti andadráttin: Hvat 200 milliónir ára gamlar náttúruvanlukkur kunnu læra okkum um veðurlagið í dag

Risastór eldgos fóru at goysa, og hetta førdi til ógvusligar veðurlagsbroytingar. Havið kvaldist, og umleið 80 prosent av øllum lívi á jørðini doyði út. Føroyski jarðfrøðingurin Heiðrikur í Garði Mortensen hevur kannað evnafrøðilig fingramerki í gomlum jarðarløgum, sum vísa, hvussu skjótt ein slík veðurlagsbroyting kann henda – og hvussu drúgva tíð náttúran tekur um at lekja seg sjálva.

Um vit spola tíðina umleið 200 milliónir ár aftur í jarðarsøguna til tíðina, sum verður rópt jura, sá jørðin heilt øðrvísi út. Meginlondini vóru ikki til at kenna aftur.

- Meginparturin av heimspørtunum, sum vit kenna í dag, vóru savnaðir í eitt risastórt superkontinent, sum vit kalla Pangea. Atlantshavið eksisteraði ikki. Men umleið hesa tíðina byrjar hetta superkontinentið at fara sundur," greiðir Heiðrikur í Garði Mortensen frá í sendingini Vitan.

Heitt tilfar úr jarðarskorpuni trýsti seg niður undir jarðarskorpuna. Skorpan hitnaði, tyntist og fór at skrædna. Úr hesum rivunum goystu ófatiligar mongdir av flótandi lava. Hetta eldgosvirksemið verður kallað Central Atlantic Magmatic Province (CAMP). Tað var byrjanin til nýggju heimspartarnar og Atlantshavið, sum vit kenna tað í dag, men samstundis var tað byrjanin til ein hópdeyða, sum er millum fimm teir størstu í søgu jarðarinnar.

 

Ein heimur av skriðdýrum og trøllakambum

Áðrenn tað fór at goysa, var djóra- og plantulívið heilt øðrvísi enn tað, vit síggja í dag. Blómuplantur vóru ikki til. Í skógunum vuksu nálatrø og trøllakambar, og í havinum svumu skriðdýr og ammonittar – ein útdeyður bólkur av skeljadjórum.

”Dinosaurarnir vóru til fyri 200 mió. árum síðani, men tá vóru teir bara lítil partur av nógv fjølbroyttari djóralívi,“ greiðir Heiðrikur frá. ”Áðrenn hópdeyðan domineraði ein krokodillulíknandi djórabólkur, sum vit kalla arkosaurar, á landjørðini. Tað áhugaverda við hesum hópdeyðanum er, at stórar broytingar í vistskipanunum gjørdu, at nógvir djórabólkar doyðu út. Hetta gjørdi, at onnur djórasløg fingu betri livilíkindi. Tað er m.a. tá, at dinosaurarnir funnu sær trygt stað (niche), har teir kundu vaksa seg stórar.“

Gjøgnum nøkur fá túsund ár – sum í jarðfrøðiligum høpi bert er ørstutt bil – sprændu risaeldgosini ovurhonds stórar nøgdir av vakstrarhúsgassi, CO2, og onnur evni út í lofthavið.

Og fylgjurnar vóru ógvusligar:

 

    • Miðalhitin á jørðini hækkaði við millum 5 og 10 stigum. Eingin ísur var við pólarnar.

    • Mitt inni í risastóra landinum Pangea var so langt til havs, at ovurstór øki tornaðu upp í turki, meðan aðrastaðni herjaðu ógvusligar ódnir við ovurhonds stórari mongd av regni. Fleiri ferðir ógvusligari enn vit kenna til í dag.

 

”Høgi hitin hevur gjørt, at vit hava havt øgiliga nógvar skógareldar. Tá ið ein skógareldur kemur, endar nógv øska og aðrir partiklar í havunum, og vit síggja í legugrýtinum, at vit um hetta mundið hava havt ræðuliga nógvar skógareldar,“ vísir Heiðrikur á.

Tann bráða broytingin í veðurlagnum gjørdi, at uml. 70 til 80 prosent av øllum djórasløgum á jørðini og í havinum doyðu út.

 

Legugrýti smettar um veðurlagið

Hvussu kann mann siga, hvussu heitt ella illfýsið veðrið var fyri 200 milliónum árum síðani?

”Vit hava sjálvandi ikki havt beinleiðis hitamátingar frá 200 milliónum árum síðani, so vit brúka tað, ið vit kalla eina proxy,“ greiðir Heiðrikur frá. ”Tað er eitt óbeinleiðis mát fyri, hvussu veðurlagið hevur verið, ella um tað hava verið skógareldar ella gosvirksemi. Legugrýti ella sedimentir virka líka sum eitt slag av skjalasavni fyri jarðfrøðingar og kann siga okkum, hvussu veðurlagið var tá.“

Í Føroyum finst onki legugrýti frá hesi tíðini, heilt einfalt tí, at Føroyar vóru ikki til. Føroyar eru nógv yngri; tær vóru skaptar av einum basaltháslætta fyri umleið 55-60 milliónum árum síðani, tá ið Grønland og Noreg fóru frá hvørjum øðrum, og Norðuratlantshavið bleiv til. Tí leitaði Heiðrikur uttanlands, eitt nú til Portugal og Eysturríki, har 200 mió ára gamalt legugrýti finst.

 

Nýtt fingramerki úr platin

Seinnu árini hava granskarar mált kyksilvur í legugrýtinum fyri at prógva eldgos, tí eldgos spræna kyksilvur langt upp í lofthavið, har tað síðani fýkur um allan knøttin og leggur seg sum botnfallið í vøtnum og høvum. Men kyksilvur er ikki neyvt mát, tí tað kann binda seg til lívrunnið tilfar ella órógvast av øðrum viðurskiftum.

Heiðrikur hevur tí verið við til at ment ein nýggjan og munandi neyvari kanningarhátt, har granskararnir máta sokallað platinbólkafrumevni (PGE) – so sum platin, palladium, ruthenium og iridium – við framkomnari mátingartøkni (MC-ICP-MS) á lærda háskúlanum í Aarhus.

”Tankin er, at hesi frumevni finnast í jarðarskorpuni í øgiliga smáum nøgdum, meðan tilfarið, sum kemur úr gosum, hevur lutfalsliga størri konsentratiónir av platin og iridium,“ greiðir hann frá.

”Nakað av tí heilt týðandi í mínum granskingarheimi er, at vit ikki hyggja eftir einum einstøkum grundevni, tí har kunnu vera ymsar feilkeldur. Tað besta er faktiskt, tá ið vit hava fleiri óheft spor at ganga eftir. Við at samla kyksilvur, platingrundevnini og ymsar isotopar, hevur mann eina nógv sterkari máting, sum kann siga meira nágreiniligt, nær gosvirksemið var upp á tað størsta, ella um tey eru komin í fleiri bylgjum.”

 

Havið kvaldist: Føðsluevnini gjørdust eitrandi

Ein av mest týðandi niðurstøðunum í granskingini snýr seg um eitt vandamikið tvístøðufyribrigdi: Hví doyði so nógv lív í havinum, tí veðurlagið broyttist?

Tá eldgosini høvdu sprænt gigantiskar nøgdir av koltvíiltu út í lofthavið, broyttist veðurlagið. Regnið súrnaði, og tað fór at regna ógvusliga, og tað førdi við sær, at ovurhonds stórar nøgdir av føðsluevnum – serliga fosfor og nitrogen – skolaðu út í havið.

”Tað ljóðar kanska positivt við meira føðsluevnum, men tað skapar tað, sum vit kalla ovtaðing,“ greiðir Heiðrikur frá. ”Tað er sami trupulleiki, sum vit síggja í dag í høvum og firðum, tá ið ov nógv nitrogen og fosfor kemur út í vatnið. Tað ger, at algur og ymisk sløg av smáverum fara at stórtrívast. Tá hesar verur doyggja og søkka niður á botnin, verða tær etnar av bakterium. Hesar bakteriur brúka so nógv súrevni, at fiskar og onnur djór doyggja. Hetta verður kallað súrevnisloysi (ocean anoxia). Havið missir andadráttin, og lívið í havinum kvalist.

 

Náttúran lekir seg sjálva – men tað tekur langa tíð

Eitt, sum er áhugavert í kanningini, er, hvussu jørðin, av sær sjálvari, kemur í javnvág aftur. Tí regnið gjørdi, at nøgdin av CO2 í lofthavnum minkaði. Tá ið regnið førdi føðsluevnini út í høvini, hendi ein evnafrøðilig prosess, sum tók koltvíiltu úr lofthavinum og bant hana í kálk og onnur steinsløg á havbotninum. Hetta tók spakuliga CO2 úr luftini aftur, og jørðin kólnaði aftur.

”Við tíðini lekir jørðin seg sjálva, men tað er ein rættiliga sein prosess, sum tekur hundraðtúsundtals ár.“ sigur Heiðrikur.

 

Ein ávaring úr fortíðini til nútíðina

Heiðrikur vísir á, at hóast støðan fyri 200 milliónum árum síðani ikki er ein fullkomin spegilsmynd av tí, sum hendi í dag, so eru tær grundleggjandi náttúrulógirnar tær somu.

”Tað er ikki ein perfekt analogi til tað, sum hendir í dag, men vit síggja nógv ting, sum henda í dag, sum eisini hendu, tá ið vit høvdu nakrar av teimum størstu hópdeyðunum í jarðarsøguni,“ sigur Heiðrikur at enda. ”Afturi í tíðini komst hetta av, at gosvirksemi sprændi CO2 út í lofthavið; í dag eru tað vit menniskju, sum lata nógv CO2 út við at brenna kol, olju og gass. Jarðarsøgan kann brúkast sum eitt natúrligt eksperiment at samanlíkna við. Jørðin megnaði at koma aftur í javnvág við at niðurbróta grót, men hon ger tað tíverri ikki nóg skjótt. Tí hevur tað týdning, at vit skilja, hvat hendi fyri 200 mió. árum síðani, sigur Heiðrikur í Garði Mortensen, granskari og jarðfrøðingur.

 

Lurta eftir sendingini Vitan, har tosað verður við Heiðrik um sína gransking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532