- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava stovnað týsklærarafelag
Hava stovnað týsklærarafelag
Felagið skal fáa samstarv við týsklærarar tvørtur um skúlamørk og landamørk umframt at ráðgeva Lærarafelagnum í málum um undirvísing í týskum

Nevndin í týsklærarafelagnum. Andrias Højgaard er formaður.
24.09.2026 - 08:36
Eitt týsklærarafelag var stovnað mánadagin.
Tað er undirfelag hjá Lærarafelagnum.
Endamálið hjá felagnum er at virka fyri áhugamálunum hjá lærarum í týskum, at virka fyri stuðli og samstarvi millum limirnar og at kunna um týdningin, týskt hevur.
Felagið skal fáa samstarv við týsklærarar tvørtur um skúlamørk og landamørk umframt at ráðgeva Lærarafelagnum í málum um undirvísing í týskum.
Í fyrstu nevndini eru Andrias Højgaard, formaður, Súsanna Gunna Thomsen, skrivari, Anna Petra Petersen, kassameistari, og Annika Sveinsdóttir Thomassen er tiltakslimur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























