Fløskupant sleppur undan meirvirðisgjaldi

Fløskupant sleppur undan meirvirðisgjaldi
Stjórin í IRF vónar, at hetta verður seinasti snávingarsteinurin, áðrenn pantskipan kemur í gildi
Panthøllin í Sandavági er klár at taka ímóti. Nú verður bíðað eftir lógarbroyting um meirvirðisgjald á fløskupanti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.09.2026 - 12:20

Í drúgva tíð hevur verið bíðað eftir henni - og í Sandavági stendur ein stór høll, púra klár at taka ímóti øllum tómu fløskunum, sum føroyingar smidliga skulu sleppa av við, á einum og sama stað.

Nú er áralanga málið tódnað niður til meirvirðisgjald á pantinum á tómu fløskuni.

Í gjár legði Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, uppskot fyri løgtingið um at broyta mvg-lógina - ítøkiliga skal pant á fløskur setast inn sum eitt nýtt undantak í lógini.

 


Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF, er farin at ótolnast eftir, at pantskipanin skal fara at virka. IRF er klárt at taka ímóti fløskum.

 

Sleppur undan mvg

Tað verður mett neyðugt at gera, tí meirvirðisgjaldið endar altíð hjá endabrúkaranum. Og í hesum føri merkir tað, at brúkarin til dømis rindar 2 krónur og 50 oyru í panti fyri eina sodavatnsfløsku - íroknað meirvirðisgjald - men fær bara tvær krónur aftur, tá tóma fløskan verður latin innaftur.

Nú verður pant á fløskur so ikki longur mvg-skyldugt.

- Vónandi verður hetta seinasti snávingarsteingurin, sigur Sigurd Lamhauge, sum stendur við einari stórari høll í Sandavági, har allar tómar fløskur eftir ætlan skulu savnast.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25092026_Pantskipan

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025