Starvslýsing: Journalistur til tíðindadeildina

Um KVF›Tíðindi
Starvslýsing: Journalistur til tíðindadeildina
Journalistur við royndum innan loftmiðlar og breiðum, samfelagsligum áhuga søkist
 
28-09-2026

Tað avgerandi er ikki, um tær dámar best at gera sjónvarp, útvarp ella netjournalistikk. Tað avgerandi er góðska, trúvirði og at tú hevur eyga fyri, hvat er týdningarmikið at fortelja okkara hyggjarum, lurtarum og lesarum. Góð rødd og gott føroyskt mál eru tær til fyrimuns.

Tíðindadeildin hjá Kringvarpinum ger tíðindi og aktuellar sendingar til tríggjar pallar. Útvarp, sjónvarp og net. Tú skalt vænta at arbeiða á i minsta lagi tveimum teirra. 

Skeivar og skiftandi arbeiðstíðir mugu væntast. 

Starvið verður sett skjótast til ber. 


Vit bjóða  

•    ein møguleika at gera góðan mun
•    ein gerandisdag í tøttum redaktionellum samstarvi við fotografar, ljóðfólk og aðrar journalistar 
•    eitt arbeiðspláss, sum er við í øllum stórhendingum í samfelagnum


Tú skalt 

•    hava stórt trúvirði og vera álítandi
•    tola tíðartrýst og virða tíðarfreistir
•    duga væl at brúka føroyska málið sum amboð
•    hava journalistisku grundførleikarnar, so tú kanst fara beint til arbeiðis


Setanar- og lønarviðurskifti 

Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum og arbeiðsuppgávunum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna.

Evstamark at søkja er 12. oktober 2026.  

Umsóknir til starvið skulu sendast til umsokn@kvf.fo 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrina Petersen, tíðindaleiðara, telefon 296649, ella við at senda teldupost til katrinp@kvf.fo
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542

Um kvf css