Ísborg fer at standa í 75 milliónum

Ísborg fer at standa í 75 milliónum
Skipið er keypt fyri 65 milliónir, og umvælingar skulu gerast fyri 10 milliónir, áðrenn farið verður til fiskiskap
Margrét hevur fingið navnið Ísborg. Skipið skal umvælast, áðrenn tað fer til fiskiskap.
Mynd: Samherji  
 
01.10.2026 - 13:00

Reiðaríið Ango í Vági hevur keypt skipið Margréth úr Íslandi.

Skipið er 18 ára gamalt og bygt í Norra. Tá ið Ísborg, sum skipið nú skal eita, er umvælt, fer tað at standa reiðaríinum í 75 milliónum krónum. 

Í summar løgdu feløgini Ango og helmingurin av felagnum Kinnfelli, sum átti skipið Katrina Jóhonnu, saman.

Ætlanin var, at Gráastein við skipinum Birita eisini skuldi vera við í samanleggingini, men Gráastein tók seg seinni burturúr, og tí var tað eitt og eitt hálvt reiðarí, sum løgdu saman.

 

Yvirtekur kvoturnar hjá Ango

Gamla skipið hjá Ango við sama navni varð selt fyrr í summar til Marokko fyri 44 milliónir. Í longri tíð hevur nýggja reiðaríið arbeitt við at keypa annað skip.

Ísborg yvirtekur kvoturnar hjá Ango og helvtina av kvotunum hjá Katrin Jóhonnu.

Í fjør keypti Ango saman við Varðanum Eysturbúgvan, og tá fekk felagið rættindini til silda- og makrelkvoturnar hjá Eysturbúgvanum. Sildin og makrelurin eru fiskað í ár, men góð 7.000 tons av svartkjafti eru eftir at fiska. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01102026_Isborg

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860