Spæl føroyskt vikan skotin ígongd

Spæl føroyskt vikan skotin ígongd
Salt var í dag karmur um setanina av árligu Spæl føroyskt-vikuni. Næstu vikuna verður ein ørgrynna av tiltøkum kring landið og bara føroyskur tónleikur at hoyra í útvarpinum
 
04.10.2026 - 19:21

Aftur í ár skipa Tónleikasamband Føroya og Kringvarp Føroya í felag fyri eini Spæl føroyskt-viku, sum hesa ferð er frá 5. til 11. oktober.

Hesa vikuna hoyra vit føroyskan tónleik burturav í útvarpinum, og livandi framførslur og framløgur vera kring alt landið.

Í dag var setanin av Spæl føroyskt-vikuni í Salti, har forkvinna í Tónleikasambandi Føroya, Jenny Agustudóttir Kragesteen, setti Spæl føroyskt-vikuna. 

 

Á hvørjum horni

Spæl føroyskt er vika, har framførslur eru á hvørjum horni - allastaðni frá ellisheimum til tey stóru mentanarhúsini kring alt landið. Talan er um framførslur av øllum tónleikasløgum - alt frá føroyskum sálmum til modernaðan popp. 

Fleiri dagstovnar og skúlar, spælistøð og kirkjur og kommunur hava tikið undir við vikuni seinastu árini. 

Endamálið er, at vit øll í felag verja okkara tónleikaarv, menna tónleikapallin og kveikja áhuga fyri tónleiki og føroyskum tónleiki.

Tónleikur hevur serligan eginleika at savna fólk og at skapa vælveru, um tað so er at lurta eftir tónleiki, spæla tónleik ella syngja við.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860