Í lagi at herfólk brúka Merkið

Í lagi at herfólk brúka Merkið
Einki skrivligt samskifti var millum føroyskar og danskar myndugleikar um Merkið á búnunum hjá donskum herfólki
Merkið um borð á donskum herskipi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.10.2026 - 06:27

Einki skrivligt samskifti var millum føroyskar og danskar myndugleikar um Merkið á búnunum hjá donskum herfólki.

Men í seinnu hálvu í 2025 fekk Uttanríkis- og Vinnumálaráðið óformliga kunning frá danska verjumálaráðnum og donsku verjuni um, at starvsfólk í donsku verjuni vóru farin at brúka akslamerki við danska, føroyska og grønlendska flagginum.

- Eg havi ongar trupulleikar av, at starvsfólk í donsku verjuni sjálvboðin brúka akslamerki við Merkinum.

Tað sigur Beinir Johannesen, løgmaður, í svari til Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmann.

Og tað er fútin, ikki løgmaður, sum skal ansa eftir, at flagglógin verður hildin, sigur løgmaður eisini í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542