Vegurin ikki raðfestur

Vegurin ikki raðfestur
Ein umkoyringarvegur undir Kjølinum í Klaksvík kostar minst 105 mió. kr.
Umkoyringarvegurin skal tálma ferðslutrýstinum í Klaksvík, nú bergholini eru komin norður um Fjall.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
08.10.2026 - 06:49

Ein umkoyringarvegur undir Kjølinum í Klaksvík kostar minst 105 mió. kr.

Men eingir pengar eru játtaðir. Landið hevur ikki raðfest umkoyringarvegin.

Vegurin er ikki í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2027.

Í 2008 vóru brúktar 85.000 kr, til at tekna vegin. Vegurin verður 2,8 kilometrar.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingmann.

Umkoyringarvegurin skal tálma ferðslutrýstinum í Klaksvík, nú bergholini eru komin norður um Fjall.

 

Ikki sleptur

Ætlanin um innkoyringarvegin er tó ikki slept, sigur landsstýrismaðurin.

Hann verður prosjekteraður, tá løgtingið játtar pening. 

Sambært uppskotinum, sum var gjørt í 2008, verður vegurin í sunnara enda bundin í landsvegin við rundkoyring við Mækjuvegin, sum er vegurin til Norðoyatunnilin.

Í norðara enda er vegurin bundin við rundkoyring í vegin til Ánirnar. 

Við Helnabrekku er ætlanin at gera eina rundkoyring, so ovasti partur av Klaksvíkini verður bundin í vegin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328