Navi Pillay fær friðarheiðurslønina

Navi Pillay fær friðarheiðurslønina
Suðurafrikanski løgfrøðingurin Navi Pillay, sum millum annað er fyrrverandi dómari hjá altjóða dómstólinum, fær friðarheiðursløn Nobels í ár
Navi Pillay fær friðarheiðursløn Nobels í ár
Mynd: Valentin Flauraud/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.10.2026 - 10:24

Friðarheiðursløn Nobels verður í ár latin Navi Pillay úr Suðurafrika.

Navi Pillay er løgfrøðingur og fyrrverandi hákommisserur fyri mannarættindi hjá ST.

Hon er eisini fyrrverandi dómari hjá altjóða dómstólinum í Haag, og harumframt hevur hon millum annað staðið á odda fyri eini óheftari ST-nevnd, sum í 2021 varð sett at kanna brot á mannarættindi og krígslógir í Ísrael og í hersettu palestinsku økjunum.

Í september 2025 kom nevndin til ta niðurstøðu, at fólkamorð fer fram í Gasa.

Heiðurslønin verður handað á hátíðarhaldi í Oslo 10. desember.

Tilsamans 208 einstaklingar og 79 felagsskapir vórðu tilnevnd til heiðurslønina í ár. Nobel-nevndin almannakunnger ikki nøvnini á teimum tilnevndu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423