Eyka býráðsfundur um havnargjøldini

Eyka býráðsfundur um havnargjøldini
Mett verður, at inntøkumissurin hjá Tórshavnar havn verður sjey milliónir, um Strandferðslan sleppur undan at rinda gjøldini
Tórshavnar býráð hevur eyka fund í dag um uppskotið hjá landsstýrinum um at strika havnargjøld.
 
12.10.2026 - 11:43

Tórshavnar býráð fer í kvøld at hava eyka býráðsfund, har eittans mál er á skránni, nevniliga uppskotið um havnargjøld.

Í málslýsingini verður sagt, at havnarnevndin hjá býráðnum hevur havt fund í dag, har uppskot um tíðindaskriv varð framlagt og góðkent, og nevndin samtykti at beina málið í býráðið.

Stjórin í Tórshavnar havn hevur eisini mælt til at taka undir við uppskotinum.

Og málið kemur so fyri býráðið longu í dag, nú kallað er inn til eyka býráðsfund klokkan 16.30.

Mett verður, at um uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, um havnargjald, brúgvagjald og vørugjald verður samtykt, fer tað at kosta Tórshavnar havn sjey mió. krónur um árið í inntøkumissi.

Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen, formann í havnarnevndini í Tórshavnar býráð:

 

12102026_Hedin_Mortensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655