- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fær ikki møguleika at skipa minnilutastjórn

Svenski ríkisdagurin avgjørdi fyrrapartin, at forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Magdalena Andersson, skal ikki vera forsætisráðharri í einari sosialdemokratiskari minnilutastjórn.
99 atkvøddu fyri og 248 ímóti.
Hetta var aðru ferð, at Magdalena Andersson hevði fingið litið upp í hendur at skipa stjórn.
Reyð-grøni vongurin í ríkisdegnum vann tepran sigur á valinum 13. september. Hann fekk tilsamans 176 sessir.
Borgarligi vongurin og Svøríkisdemokratarnir fingu 173 sessir.
Kristersson skal fáa møguleikan
Javnaðarflokkurin, Sentrumflokkurin og Umhvørvisflokkurin mæla nú til, at sitandi forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, fær møguleikan at skipa stjórn.
Eygleiðarar siga, at teir tríggir flokkarnir við hesum vilja vinna tíð at fyrireika møguleikan at skipa stjórn, tí í løtuni bendir einki å, at Ulf Kristersson fær undirtøku í ríkisdegnum at gerast forsætisráðharri.
Nýggj veljarakanning, sum sjónvarpsstøðin TV4 hevur gjørt, vísir, at Javnaðarflokkurin hevur stóra afturgongd, og at reyð-grønu flokkarnir høvdu mist meirilutan, um val var nú.


























