- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukraina lopið á russiskt oljureinsiverk

Ukraina hevur í nátt rakt eitt russiskt oljureinsiverk, og eldur kom í.
Tað skrivar guvernørurin í økinum, Pavel Malkov, á Telegram. Hann sigur, at myndugleikarnar kanna í løtuni, hvussu umfatandi skaðin er, og bjarginarfólk eru á staðnum.
Tíðindini eru ikki váttað av øðrum miðlum enn.
Ukrainska álopið hendi sama dag, sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði við Financial Times, at Ukraina fór at taka uppaftur álopini á russisk oljureinsiverk.
Ukraina slept upp á fjall
Hann grundgav við, at Ukraina er slept upp á fjall.
Sambært Zelenskyj hevur Ukraina ikki fingið ávaringar um russiskar rakettir, sum landið vanliga fær. Og fylgisveinasambandið hjá Elon Musk, Starlink, er skert kring alt landið.
Boðini koma fýra dagar eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, segði, at Russland og Ukraina vóru samd um ikki at leypa á orkukervið hjá hvørjum øðrum. Samstundis boðaði Trump frá einari avtalu við Russland um at keypa diesel.
Zelenskyj sigur, at Ukraina gavst við sínum álopum í tríggjar dagar, fyri at ganga ynskinum hjá Trump á møti, meðan Russland helt fram við sínum álopum, skrivar norska kringvarpið.
























