- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noyðast at hava tol í Tjørnuvík

Ikki fyrr enn um stívliga eitt ár verður farið undir at bora bergholið til Tjønuvíkar.
Byrjað verður seint í 2027 ella tíðliga í 2028.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.
Hann sigur, at arbeiðið verður skipað soleiðis, at munnin við Marmarskallará í Vík fyrst verður gjørdur klárur, grivið og sprongt verður fyri honum.
Síðani verður farið norður til Tjørnuvíkar.
Vegur breiðkast
Jacob Vestergaard sigur, at neyðugt verður at breiðka vegin frá brúnni við Streymin norður til bergholið.
Ætlanin er at brúka grót úr bergholinum til tað arbeiðið.
Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2027 eru 22,2 milliónir til bergholið.
Landsverk mælir til, at játtanin verður 30 milliónir í 2028, og síðani í minsta lagi 35 mió.kr. um árið.
Bergholið verður 2,3 kilometrar.
100 metrar av vegi skulu gerast í Tjørnuvík og nakrir fáir metrar í Vík.




























