Ov gamalt ella ikki

Ov gamalt ella ikki
Ákæruvaldið og Bakkafrost hittast í Føroya rætti í dag
Bakkafrost í Vági.
 
20.10.2026 - 07:28

Ákæruvaldið og Bakkafrost hittast í Føroya rætti í dag. 

Ákæruvaldið hevur ákært Bakkafrost fyri seks brot á flutningskunngerðina í 2020.

Bakkafrost hevur flutt uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovu, sigur ákæruvaldið.

Allir flutningar vóru í Suðuroynni. 

Haraftrat er flutningur úr Froðba til Porkeris, sum loyvi var givið til, ikki skrásettur í flutningsbókini.

Men hetta skal ikki viðgerast í rættinum í dag.

Føroya rættur skal taka støðu til, um málini, sum Bakkafrost er ákært fyri, eru fyrnd.

Tí tað sigur verjin hjá Bakkafrosti, at tey eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120