- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gamli Tjóðpallurin verður umvældur – tann nýggi letur bíða eftir sær
Umfatandi umvælingar eru og hava verið í gongd í gamla meiarínum í Tórsgøtu, har Tjóðpallur Føroya heldur til.
Tórshavnar kommuna hevur játtað 2,5 milliónir krónur til arbeiðið, har millum annað takið er skift, og ábøtur hava verið gjørdar inni í bygninginum.
Meðan umvælingarnar eru um at verða lidnar, so hevur Tjóðpallurin verið noyddur at hava sítt virksemið í øðrum hølum, millum annað í Hoydølum.
Men umvælingarnar loysa ikki spurningin um framtíðarhøli hjá Tjóðpallinum.
Í fleiri ár hevur verið arbeitt við ætlanini um ein nýggjan Tjóðpall á Eystaru Bryggju í Havn, men enn er tó eingin greið tíðarætlan fyri, nær ætlanin verður veruleiki, tí enn er býráðið í Havn ikki komin ásamt um, hvar staðsetingin skal vera.

























