Amerikanski varaforsetin sent Iran bræv um samráðingar

Amerikanski varaforsetin sent Iran bræv um samráðingar
Í hesum døgum eru átta mánaðir, síðani USA og Ísrael lupu á Iran
J.D.Vance er amerikanskur varaforseti.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.10.2026 - 07:55

Amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, hevur sent iranskum myndugleikum bræv, men, sambært iranskum miðlum, hevur Iran ikki svarað enn.

Wall Street Journal skrivaði mikudagin, at brævið hjá Vance, sum skal vera ætlað iranska trygdarleiðaranum, Mohsen Rezaei, snýr seg um møguligar karmar fyri samráðingum.

Iran hevur ikki svarað brævinum, sambært iranska tíðindastovuni Fars.

Mikudagin vóru átta mánaðir, síðani USA og Ísrael lupu á Iran.

Donald Trump, forseti, hevur rættvísgjørt amerikanska kríggið móti Iran við tørvin á at forða landinum at menna kjarnorkuvápn. Iran heldur fast um, at kjarnorkuætlanin bert hevur friðarlig endamál.

Síðani avtala um vápnahvíld kom í gildi um miðjan juni, hevur USA framt nøkur fá álop á Iran. 

Samstundis hevur Iran lopið á handilsskip, sum royndu at fara um Hormuzsundið uttan loyvi frá Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717