Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð

Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
Tvey evni eru í sendingini í dag
Eingin greiður vinnari var á valinum í Ísrael týsdagin.
Mynd: Ronen Zvulun/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.10.2026 - 09:34

Ísraelar hava talt atkvøðurnar eftir tjóðartingsvalið týsdagin, men eingin greiður vinnari er.

Hvørki vongurin hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, ella vongurin hjá avbjóðaranum, Gadi Eisenkot, kann telja upp í 61 sessir í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, sum skulu til fyri at skipa meirilutastjórn.

Hvat gera teir so nú, spyrja vit í sendingini í dag.

Heini í Skorini, ph.d. í altjóða politikki, verður í útvarpsstovuni. 

 

Rúsevnaviðgerð

Rúsevnaviðgerð snýr seg um lív ella deyð.

Vit spyrja tveir politikarar, um tað er neyðugt við fleiri arbeiðsbólkum og tørvslýsingum, heldur enn bara at herja á við teimum 58 tilmælunum, sum hava ligið klár í meira enn fýra ár.

Magni Højgaard í Sambandsflokkinum og Eirkur í Jákupsstovu í Tjóðveldi vera í útvarpsstovuni. 

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674