Veðurstovan mennir felags veðurfráboðan

Veðurstovan mennir felags veðurfráboðan
Tosað verður við fólk kring landið um vind, hvirlur og onnur fyribrigdi, fyri at fáa so fullfíggjaða mynd sum gjørligt
Bárður A. Niclasen er stjóri á Veðurstovuni.
 
29.10.2026 - 13:53

Veðurstova Føroya miðar ímóti at menna eina skipan við felags veðurfráboðan, eins og onnur lond í Evropa hava ment seinastu árini.

Veðurstovan  er farin at skráseta, hvussu veðrið er ymsastaðni í Føroyum, tá ættin er henda ella handa. Hanus Kjølbro ferðast kring landið og tosar við fólk um vind, hvirlur og onnur fyribrigdi, fyri at fáa so fullfíggjaða mynd sum gjørligt.

 

 

Tað upplýsir stjórin á veðurstovu Føroya, Bárður A. Niclasen, sum tekur undir við, at Føroyar fáa eina felags veðurfráboðan í litum, eins og íslendingar hava.

Slíkar skipanir verða støðugt mentar í Evropa og tað er í hesum sambandi, at í Ísland hevur ment sína skipan í litum.

Umframt veður og vind fer ein slík skipan væntandi at fevna um sýni, t.d. jarðrok, alduhædd á firðum og sundum har bátar og skip sigla. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29102026_Vedurfrabodan

 

.


 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672