- Tíðindi, mentan og ítróttur
Géza skoraði aftur fyri Grimsby

Góða gongdin hjá Géza Dávid Turi í Grimsby Town heldur fram.
Landsliðsmiðvallarin skoraði eitt mál og legði upp til eitt í 5-2 stórsigrinum á York City á Blundell Park. Málið er tað triðja hjá fyrrverandi víkingaspælaranum hetta kappingarárið.
Støðan í steðginum var 2-2, men tá eitt korter var eftir at spæla legði Cameron McJannett Grimsby framum. Beint eftir vann Géza Dávid Turi í eyðkendum stíli bóltin á egnari hálvu og rak fram ímóti brotsteiginum, áðrenn hann legði bóltin fyri fóturnar á Josh Andrews, sum takkaði fyri og skoraði til 4-2.
Géza Dávid Turi hevur spælt sera væl í hvíta og svarta búnanum hjá Grimsby í ár, og varð valdur til besta spælaran í felagnum bæði í august og september. Sí bæði upplegg og mál ímóti York City í samandráttinum omanfyri.
Fýra minuttir fyri leiklok setti miðvallarin punktum við einum turrum høggi í nærra málhorn eftir eitt stutt hornaspark úr vinstru síðu.
Grimsby hevur nú reist seg aftur eftir eitt vánaligt tíðarskeið, og við sigrinum leygardagin, spæla Géza Dávid Turi og teir aftur um røkkstøkk-plássini. Í løtuni er Grimsby nummar seks við 20 stigum.


























