- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðurvánirnar: Sólglottar og okkurt æl í dag
Veðurvánirnar: Sólglottar og okkurt æl í dag
Í nátt veksur vindurin nakað, sigur Veðurstova Føroya

Sindur av hvørjum í morgun
Mynd: Sigrún Brend
07.11.2026 - 11:08
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, seinnapartin lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og um náttina upp í frískan vind, 10 m/s, mesti vindurin er norðanfyri.
Skiftandi skýloft við sólglottum, men eisini okkurt æl í støðum.
Hitin 5 til 10 stig.
Í morgin:
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælstroyggj í støðum.
Hitin 5 til 10 stig.
Mánadagin:
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður.
Um kvøldið og náttina framvegis lot til frískt lot, men hann gongur upp í norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður.
Hitin 5 til 10 stig.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























