Birita nýggj hjá fótbóltskvinnunum

Birita nýggj hjá fótbóltskvinnunum
Birita Mohr úr KÍ er tikin út til A-landsliðshópin, sum skal spæla í Baltic Cup um mánaðarskiftið. Hetta er fyrstu ferð, at 19 ára gamli verjuspælarin er við
Mynd: Fótbóltssamband Føroya  
 
13.11.2026 - 14:58

Birita Mohr úr KÍ verður við, tá fótbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla Baltic Cup í Estlandi um mánaðarskiftið.

Hetta er fyrstu ferð, at 19 ára gamli verjuspælarin, sum hevur umboðað Føroyar bæði á U17 og U19-landsliðnum, er við á A-landsliðnum.

Meistaraliðið úr Klaksvík eigur heili níggju av teimum 20 spælarunum, sum Pætur S. Clementsen hevur tikið út til venjingarkappingina. 

Stórtalentini Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson, sum báðar spæla í FC Nordsjælland, eri ikki við í landsliðshópinum hesa ferð. Tær skutu annars báðar mál ímóti Andorra í venjingardysti í oktober.

Fótbóltskvinnurnar endaðu á 2. plássi í HM-undankappingini fyrr í ár.

 

Landsliðshópurin

Málverjar
Gunnvá Lutzen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

Verjuspælarar
Natalia Dansdóttir Olsen, Víkingur
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Teresa Jacobsen, ULM Warhawks (USA)

Miðvallarar
Jancy Mohr, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Fridrikka Clementsen, ÍBV (ÍSL)
Anna C Brændstrup, OB (DK)
Ásla Johannesen, Piteå IF (SVØ)
Heidi Sevdal, KÍ

Álop
Brá Zakariasardóttir (HB)
Lisa Haraldsen (HB)
Birita Mohr (KÍ)


Dystarskrá

28. novembur: Føroyar – Estland

1. desembur: Dystur um 3. plássið/finala

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592