- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minibarrin

1996: Realárslønin hjá løntakarum í tíðarskeiðnum frá 1991 til '96 minkaði við 19,7 pros. Kend løg: 'Wannabe', 'Jesus to a Child', 'Don't Speak', og 'Eg flýggi til tónleikin'.
Minibarrirnar í summar hava undirheitið: '90ini í poppi og hendingum'. Nøkur av hittløgunum, sum vóru frammi tá, eru at hoyra, men eisini hyggja vit at tíðini og samfelagnum. Fólk um mín aldur høvdu onki merkt til so stórar kreppur, sum samfelagskreppan í nítiárunum var. Tað var ikki av ongum, at 5000 fólk stungu í sekkin. Í tónleiki var tað serliga enska heimsfyribrigdið, Spice Girls, sum tóku øll á bóli við nógvu orku sínari. Tær vóru eisini mettar hava positiva ávirkan í javnstøðuspurninginum.

Minibarrin
Hetta er Minibarrin. Hesa ferð við undirheitinum '90'ini í poppi og hendingum'. Plátubarrin er farin í summarfrí, men í hennara stað er komin henda stutta summarsendingin. Nítiárapoppur verður ikki ofta spældur í ymsu plátubarrstættunum, og tí havi eg valt at siga frá hendingum eitt ávíst nítiár, sum í hesum fyrsta føri er 1990.