Málteigurin

Helvtin av børnunum fór ella fóru
02-07-2020
Spurningurin, um sagnorðið, fara, eigur at standa í eintali ella fleirtali eftir 'helvtin av børnunum', er ikki so einfaldur at svara

Í sendingini hesa ferð spyr lurtari, um tað eitur ein partur av okkum er ella eru.

Elin Henriksen, málkøn, sigur, at hetta ikki er ein einfaldur spurningur við einum greiðum svari.

Hon vísir til dømið, 'helvtin av børnunum fór við' ella 'helvtin av børnunum fóru við'

- Um tú tekur 'av børnunum' úr setninginum, so er ongin ivi, tí eftir stendur 'helvtin fór við', sigur hon. 

Men um tað koma fleiri orð í millum helvtina og børnini, kann tað skjótt vera freistandi at seta sagnorðið í fleirtal: 

'Helvtin av øllum teimum, smáu, fittu og skilagóðu børnunum fóru við'

- Her verður tað so langt millum helvtina og sagnorðið, sum kemur beint eftir børnunum, og tí vil tað ofta hava við sær, at vit seta 'fóru' heldur enn 'fer' inn, greiðir Elin Henriksen frá. 

Spurd um ongin greið málregla er um hetta, svarar Elin Henriksen, nei. 

Frikadellur og kjøtfrikadellur

'Tá eg var barn, ótu vit frikadellur til døgurða, og tær vóru sjálvandi úr fiski. Tað gjørdu hini børnini eisini. Tað var onki at ivast í, ein frikadella var ein frikadella úr fiski. Onkran sunnudag fingu vit kjøtfrikadellur til døgurða. Hesar vóru gjørdar úr kjøtfarsi. Nú tosa føroyingar um fiskafrikadellur. Eg øsi meg upp hvørja ferð, eg hoyri tað. Kunnu tit ikki greiða fólki frá, at frikadellur eru av fiski, og kjøtfrikadellur eru av kjøti?

Soleiðis skrivar lurtari til Málteigin, og Elin Henriksen gevur lurtaranum rætt. 

- Frikadellur eru úr fiski, sigur hon og greiðir frá, at tað er øvugt í Danmark, og tað er helst ein orsøk til, at vit hoyra fleiri og fleiri føroyingar siga fiskafrikadellur. 

Samanskrivað orð og sløkkja fyri vatninum

Fleiri boð í dagsins sending snúgva seg eisini um smá, samanskrivað orð. So sum á veg, hervið, framyvir, frameftir, avstað og beinanvegin.

Og ein spurningur er, um tað ber til at sløkkja fyri vatninum. Lurtarin vil vera við, at vit skrúva fyri vatninum.

 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023