- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Um eg sigi: "Hyggið framvið, tá ið tit eru í Havn", er so talan um ynskishátt ella boðshátt, ella kann tað vera bæði?
Soleiðis spyr lurtari í sendingini hesa ferð.
Elin Henriksen sigur, at her er einki at ivast í, at hetta er boðsháttur og endar við ð.
Ein góður máti at kanna tað er at seta setningin í eintal, greiðir hon frá og vísir á eitt dømi:
'Hygg inn á gólvið, tá ið tú ert í Havn' ella 'Hyggi tú inn á gólvið, tá ið tú ert í Havn'.
Boðsháttur er ikki eins í eintali og fleirtali, ynskisháttur ella hugsháttur er eins í eintali og fleirtali.
- Eg vildi ynskt, at hesir hættir itu okkurt annað, tí tað eru alt ov nógv, sum ivast í teimum. Og tað skal so at siga altíð vera boðsháttur, tí hann fevnir bæði um boð, ynski, bønir og áheitanir, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Uttaneftir, søkja og sóknast
Vit hava uttanífrá og inneftir. So hava vit uttaneftir, sum ljóðar eitt sindur sum úteftir, men merkir í veruleikanum inneftir. Hvussu skal hetta skiljast?
Og hvat er munurin á at søkja eftir onkrum og so at sóknast eftir onkrum?
Onnur orð, sum eru til viðgerðar eru rinda, sum kann hava merkingina at fíra, aftan, sum hevur -ft, meðan uttan hevur -tt, umkalfatra, slåbrokkur og vissi og um.
Etymologiskt mið
Tá ið upprunin til eitt orð skal lýsast, verður ofta víst til etymologi. Tað fekk lurtara at spyrja, hvar Elin Henriksen leitar eftir føroyskari etymologi.
Elin Henriksen vísir til íslendska orðabók, sum finst her.